Aftaná at koronafarsóttin hevur herjað kring allan heimin, og eisini í Føroyum, gjørdust stigtakararnir til nýstovnaða Tónleikasamband Føroyar enn meira tilvitað um, at tað er neyðugt at lyfta tónleikaumhvørvið upp á eitt hægri stig.
Tíðin er búgvin til, at lyfta tónleikaumhvørvið uppá á eitt hægri stig. Tað er greiði boðskapurin hjá Torleiki Mortensen, einum av stigtakarunum til Tónleikasamband Føroyar.
– Tónleikaumhvørvið í Føroyum hevur í alt ov langa tíð, dúvað uppá eldsálir sum drívmegin aftanfyri tónleikin, men eldsálir brenna eisini út og hvar standa vit tá, spyr Torleik Mortensen.
Afturat honum eru tað tríggir aðrir navnframir tónleikarar, ið hava tikið stig til at stovna sambandið. Teir eru Sunleif Rasmussen, Gissur Patursson og Dánjal á Neystabø. Allir hava teir verið virknir í føroyskum tónleikalívi í nógv ára tíggju og hava allir sæð ein vaksandi tørv á einum slíkum sambandið.
– Vit hava í fleiri ár sæð, at tónleikaumhvørvið í Føroyum er ov illa skipað. Um vit ynskja at halda fram at menna okkum sum vinna, so er neyðugt at tónleikaraumhvørvið verður lyft upp, professionaliserað og virt, sigur ein av stigtakarunum.
Hetta er nøkur av endamálinum hjá nýstovnaða Tónleikasamband Føroyar, sum hevði stovnandi aðalfund 1. mars, í Perluni, í havn. Nógv umboð fyri tónleikafeløg kring landið møttu á fundinum, har kjakast millum annað var um, hvussu Tónleikasambandið kundi verið við til, at skapt betri kor fyri tónleikavinnuna. Sambandið fer at arbeiða fyri, at stuðla tónleikafeløgunum sum gerast ein partur av sambandinum, ætlanin er ikki at yvirtaka nakað virksemi ella leiðslu.
– Vit virða sjálvandi, at øll tónleikafeløg eru ymisk og hava ymiskar tørvir, og tí er ætlanin ikki, at Tónleikasamband Føroyar skal yvirtaka stýringina á nøkrum felagið. Heldur skal sambandið virka sum eitt stuðuls- og ráðgevingaramboð fyri limafeløgini. Tað er soleiðis vit síggja fyri okkum, at vit kunnu vera við til at skapa eitt betri tónleikaumhvørvið fyri øll, sigur Torleik Mortensen.
Tørv á einari rødd
– Sum við so nógvum øðrum viðurskiftum, so standa við sterkast, um vit hava eina felags rødd sigur tónleikarin.
Hóast nógvir tónleikarar longu eru limir í LISA, Listafólkasambandi Føroyar, so er ov stórur partur av tónleikaumhvørvinum í Føroyum ikki umboðaður.
– Hetta er ikki fyri at finnast at LISA á nakran hátt, tey gera eitt megnararbeiði. Men eitt av krøvunum fyri at gerast partur í LISA er, at limirnir í limafeløgunum skulu hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk. Og hetta ber rætt og slætt ikki til hjá øllum tónleikarum, vísir Torleik Mortensen á.
LISA hevur áður víst á, at tónleikaumhvørvið er ov illað skipa, í mun til aðrar listagreinir í Føroyum og tí kann tað gerast trupult hjá teimum at umboða øll.
– Ætlanin er tó ikki at professionalisera limirnir, men heldur umhvørvið kring teir, sigur stigtakarin.
Í Tónleiksambandi Føroyar vera millum annað umboð fyri útgerðarveitarar og festivalar, hetta er sera avgerðandi fyri sambandið metir stigtakarin.
– Orsøkin til, at vit valdu at bjóða útgerðarveitarum og festivalsamskiparanum við í sambandið er, at tey hava ein stóran leiklut í at mynda tónleikaumhvørvið, eins og teir hava sínar egnu serstøku tørvir, ið mugu javnmetast við tørvin hjá tónleikarafeløgum soleiðis, at vit øll fáa virkað og ment okkum í felag, sigur Torleik Mortensen.
Áleið 3.000 fólk eru í løtuni virkin innan tónleikaumhvørvið í Føroyar, á ymiskan hátt, og tað ber tí ikki til at siga, at tónleikurin ikki er ein stórur partur av samfelagnum og skal tí raðfestast og virðast tilsvarandi, heldur stigtakarin.
Krevur eina samfelags hugburðsbroyting
– Tað er alneyðugt fyri tónleikaumhvørvið í Føroyum, at samfelagið virðir tónleikin. Vit mugu førka okkum víðari frá tankanum um, at tónleikur bert er eitt frítíðarítriv, ella eitt hugnaligt ískoyti til eina veitslu ella felagsang, sigur Torleik Mortensen.
Musikkskúlar eru í fleiri bygdum umframt at Fróðskaparsetur Føroyar bjóðar eina akademiska listaútbúgving, men hugburðurin fylgir ikki við, vísir stigtakarin á.
– Tað hongur ikki saman, at vit brúka nógvar pengar uppá skúlar og útbúgvingar, stuðla listafólkum, ið fara uttanlands at nema sær útbúgving, men tá tey so koma heimaftur, er onki professionelt umhvørvið hjá teimum, at koma til. Sjálvandi verða tey heilt stóru nøvnini vird, men er tað nokk, spyr hann.
Stigtakararnir hava tí leitað sær íblástur frá øðrum sambondum, fyri at síggja, hvussu tey hava skipað teirra umhvørvið.
ÍSF er fyrimyndin
– Vit síggja fyri okkum, at vita koma at virka fyri tónleikaumhvørvið í Føroyum, eins og ÍSF virkar fyri ítróttin. Tað er ongin loyna, at mentan bæði fevnir um tónleik og ítrótt, men tankin er ikki at kappast við ítróttin, men heldur at vit fáa møguleika at standa á jøvnum stigi, sigur Tórleik Mortensen.
Ætlanin hjá stigtakarunum er, at Tónleikasamband Føroyar skal hava sama bygnað sum ÍSF hevur og skal røkja líknandi uppgávur, tá sambandið er búgvið til tað.
– ÍSF er avgjørt ein góð fyrimynd at hava, tað vóru øll á aðalfundinum samd í, haldi eg, sigur Torleik Mortensen.
Sambært nevndini og stigtakarunum er tað ein sokallað paraplyorganisatión, eins og ÍSF, sum fer at kunna vera við til, at skapa bestu karmarnar fyri tónleikin í Føroyum.
Frá vinstru: Gabriel Sebastian Apetrei, kassameistari, Mikael Blak, nevndarlimir. Dánjal á Neystabø, formaður. Niklas Johannesen, nevndarlimir. (Mynd: Leit/Finnur Justinussen)
Nýggja nevndin
Aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg við Dánjali á Neystabø sum formanni, Gabriel Sebastian Apetrei, sum kassameistara, og Niclasi Johannesen og Mikael Blak, sum nevndarlimum.
Tað fyrsta, ið nýskipaða nevndin fer at gera, er at skapa sær eitt yvirlit yvir øll tónleikafeløg í Føroyum, vísir nývaldi formaðurin í Tónleikasambandinum, Dánjal á Neystabø á.
– Vit hava tørv á hagtølum um so at siga alt. Nevndin skal eitt nú skapa sær eitt yvirlit yvir, hvussu stuðulsstøðan til tónleik er í Føroyum, bæði kommunalt og alment, og hetta er eitt stórt arbeiði, ið fer at taka nógv tíð at byrja við, sigur formaðurin.
Hann vísir eisini á, at nógv annað hevur verið á breddanum bæði til stovnandi aðalfundin og á teimum innleiðandi fundunum áðrenn stovnandi aðalfundin.
– Vit hava tikið stig til at stovna eitt slíkt samband, tí vit ynskja ávirkan og vit meta, at vit standa sterkast saman og við einari rødd.
Nøkur av teimum viðurskiftunum, sum vóru uppi at venda til aðalfundin vóru MVG-frítøka av atgongumerkjum til konsertir og tiltøk, og umboð í Kringvarpsstýrinum.
– Tað hevði verið púra náttúrligt hjá okkum at eitt nú havt eitt umboð í Kringvarpsstýrinum, fyri at verið við til at ment ein yvirskipaðan tónleikapolitikk fyri Kringvarpið. Men fyrst og fremst er tankin, at vit eru eitt felag, sum kann tosa vegna alt tónleikaumhvørvið í Føroyum, sigur Dánjal á Neystabø, formaður.
Hann heitir tí á øll tónleikfeløg í Føroyum, sum ynskja at gerast limur í Tónleikasamband Føroyar, um at venda sær til nevndina.
Serstøk framsýning
Í samband við at Tónleikasambandið er stovnað, skipar Tónleikasambandið fyri einari forvitnisligari framsýning av konsert plakatum gjøgnum tíðina í Føroyum. Tankin aftanfyri framsýningin er, at varpa ljós at fjølbroytni og virkishugin í føroyska tónleikaumhvørvinum. Ynski er, at hetta kann kveikja minnir hjá vitjandi og at fáa tey at greiða frá og minnast aftur á upplivingar á ávísum konsertum og tiltøkum, siga fyriskipararnar.
Framsýningin verður at síggja í Perluni í Tórshavn, frá 7. mars til og við 9. mars, millum klokkan 17 og 20.