Árliga útiðguðstænastan í Gjónni er aftur á skráð í Gjógv. Árliga siðvenjan er eitt sera gott høvi til at njóta eina hugnaliga og gevandi løtu í stórbæru náttúruni, og hevur í mang ár samla fólk til hugnaligu bygdina.
Prestur í ár er Ida Lykke Kannuberg. Guðstænastan verður merkt at góðum tónum, saman við Eiðis Ljómfelag og Urguleikara Sámal Matras Kristiansen. Sum nakað sermerkt er útlenska kórið Pärnu Kammerkoor úr Estlandi, undir leiðslu av Elo Kesküla, komi við, og framførðir undir guðstænastuni.
Aftaná eru øll hjartaliga vælkomin í bygdahúsið til kaffi og kaku.