Meginfelagið fyri Føroysk Hornorkestur
VIÐTØKUR – 12.03.2017
§ 1 Navn og heimstaður
Navn felagsins er Meginfelagið fyri Føroysk Hornorkestur (MFH), og er felag fyri føroysk horn- og harmoniorkestur á áhugaleikarastøði.
Heimstaður felagsins er har, sum formaðurin, til eina og hvørja tíð, býr.
§ 2 Endamál
Endamál felagsins er at
- Styrkja samarbeiðið millum limirnar.
- Fáa bestu umstøður til at spæla tónleik.
- Vekja ans fyri tónleiki við, við m.a. útgávu.
- Virka fyri at støðið hjá spælarunum verður hækkað.
- Bøta um korini hjá limunum, herundir umsitingar- og peningaliga.
- Taka sær av málum, sum hava felags áhuga.
Harumframt at arbeiða fyri at:
- føroyskur vokal- og instrumentaltónleikur verður útsettur, og
- smíðað verða føroysk upprunaverk.
§ 3 Limir
Stk. 1 Orkestur, sum eru virkin, og eru skipað eftir vanligum reglum fyri feløg, við egnum lógum og limalista, kunnu skrivliga søkja um limaskap. Umsóknin, saman við samleikaprógvi, t.e. eintaki av felagsviðtøkunum, úrriti av gerðabókini við serligum atliti at, hvørji eru vald í nevndina, og upplýsing um limatal, verður send til nevndina fyri MFH. Nevndin fyrireikar málið til aðalfund, sum tekur avgerð um møguliga upptøku.
Stk.2 Limafeløgini senda eftir sín árliga aðalfund fráboðan til MFH um nýggju nevndina, teldubústað og limatalið í orkestrinum. MFH kann tó til eina og hvørja tíð biðja um umrøddu upplýsingar.
Stk.3 Skúlaorkestur, unglingaorkestur (tilknýtt horn- ella harmoniorkestri) og orkestur, sum eru sett saman til ávís høvi ella ávísa kapping, eru vanliga stovnað og/ ella skipað eftir øðrum leisti, og verða tí ikki roknað at hava limarættindi í MFH.
§ 4 Aðalfundurin
Hægsta vald felagsins er aðalfundurin, sum skal verða hildin í februar mánaði á hvørjum ári.
Nevndin kallar inn til aðalfund og eykaaðalfund við trimum vikum freist. Innkallingin skal verða skrivlig og verða send limafeløgunum við upplýsing um tíð, stað og fundarskrá. Eisini skal verða nevnt, at mál, sum ynski er um at viðgera á aðalfundinum, skulu vera nevndini skrivliga í hendi eina viku innan fundinum.
Hvørt limafelag kann verða umboðað av formanninum ella næstformanninum og kann harumframt senda eitt ella tvey umboð til aðalfundin. Hvørt limafelag hevur tó bert rætt til eina atkvøðu.
Dagsskráin fyri aðalfundin er:
- Val av orðstýrara og fundarskrivara.
- Møgulig upptøka av nýggjum limum.
- Formansfrágreiðing um virki felagsins í undanfarna ári.
- Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap til góðkenning.
- Innkomin mál verða viðgjørd.
- Val av tveimum, ávikavist einum nevndarlimi/um (jfr. § 4, næstseinasta reglubrot) og tveimum tiltakslimum.
- Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara
- Ásetan av limagjaldi
- Ymiskt.
Aðalfundur er viðtøkuførur, tá ið meira enn helmingurin av limafeløgunum eru møtt á fundi.
Til vanligar atkvøðugreiðslur krevst vanligur meiriluti. Nevndarval skulu vera skrivlig. Fyri at vera valbærur, skal viðkomandi aðalfundardagin vera fyltur 18 ár.
Grannskoðari ella tiltaksgrannskoðari nýtast ikki at vera limir.
Hvør nevndarlimur verður valdur fyri tvey ár, soleiðis, at annað hvørt ár standa ávikavist ein og tveir fyri vali; á fyrsta aðalfundi eftir hesari nýggju skipan verður hetta avgjørt við lutakasti.
Fundarskrivarin skal hava skrivað frásøgn um aðalfundin innan liðnir eru 14 dagar.
§ 5 Umsiting, roknskapur, tekningarreglur og grannskoðan
Nevndin hevur dagliga raksturin í hondum.
Roknskaparárið er kalendaraárið.
Nevndin ber ábyrgd fyri aðalfundinum fyri roknskapinum og møguligari fíggjarætlan.
Nevndini er heimilað at útveita dagliga raksturin.
Til ávísar verkætlanir ella tiltøk, hevur nevndin heimild til at útveita uppgávur til, og – í hesum sambandi – at seta undirnevnd/ir, tó uttan hervið at frásiga sær ábyrgd og avgerðarrætt.
Felagið verður teknað av formanninum og einum nevndarlimi. Nevndin hevur heimild til at geva kassameistaranum ella møguligum settum fyrisitara fulltrú.
Allar útreiðslur skulu tó vera váttaðar av formanninum. Verður lán tikið, ella verður føst ogn keypt ella seld, tekna allir nevndarlimirnir í felag.
Felagsins roknskapur verður førdur av kassameistaranum ella møguligum settum dagligum leiðara. Roknskapurin verður grannskoðaður av grannskoðara, sum aðalfundurin velur.
§ 6 Limarættindi
Stk. 1 Allir limir hava somu rættindi og skyldur, og MFH kann undir ongum umstøðum blanda seg upp í viðurskifti hjá einstøkum felag, uttan so, at hetta sjálvt biður um tað.
Stk. 2 Limaskapur hjá einstøkum felagi kann takast upp á aðalfundi. Hetta kann tó bert verða gjørt eftir at nevndin framman undan hevur viðgjørt spurningin. Nevndin kann á aðalfundi skjóta upp, at niðurleggja limaskap, t.d. vegna vantandi virksemi.
Stk. 3 Kemur limur í eftirstøðu við limagjaldi fyri roknskaparárið framman undan, verður tað roknað sum hvílandi limur til tann dag limagjaldið verður goldið. Hvílandi limir hava møti- og talurætt á fundum, men tó ikki atkvøðurætt, ella rætt til møguligar veitingar.
§ 7 Broyting av viðtøkunum
Hesar viðtøkur kunnu bert verða broyttar tá ið uppskot um broyting er á dagsskrá á aðalfundi. Fyri at samtykkja broytingaruppskot er ikki nóg mikið við vanligum meiriluta, men tá er kravið, at í minsta lagi tveir triðingar skulu atkvøða fyri broytingini, og harumframt skal ein eykaaðalfundur 3 vikur seinni staðfesta hesa avgerð.
§ 8 Avtøka av felagnum
Verður felagið avtikið falla ognirnar til limirnar og verða býttar javnt, ella eisini skulu tær verða nýttar til alment gagnilgt tónleikaendamál, soleiðis sum aðalfundurin samtykkir.
Møguligur aðalfundur til avtøku av felagnum verður lýstur sum vanligur aðalfundur.
Er hesin ikki viðtøkuørur, verður lýst til eykaaðalfund. Hesin eykaaðalfundur er altíð viðtøkuførur, og uttan mun til uppmøting.
§ 9 Gildiskoma
Viðtøkurnar fyri MFH, eru upprunaliga frá 1. desember 1979, tær eru broyttar 25.september 2004. Oman fyri standandi viðtøkur eru samtyktar á aðalfundi. 1.oktober 2016 at koma í gildi seinast nevnda dag.