Konsert verður leygardagin 25. Mars í Læraraskúlaauluni. Tá skipar Havnar Hornorkestur fyri várkonsertini.
Umframt at spæla várkonsert, hátíðarheldur orkestrið eisini, at tað í ár eru liðin 120 ár síðani orkestrið var sett á stovn. Tí verður eisini ein gestasolistur, sum framførir við orkestrinum til konsertina. Gestasolisturin verður tann evnaríki Ernst Remmel.
Ernst Remmel lesur í løtuni trompetspæl á víðagitna tónlistaskúlanum í Karlsruhe í Týsklandi, og vann í 2019 Stella Polaris tónleikakappingina.
Konsertskráin verður blandað við eitt nú filmstónleiki, klassiskum verkum og marsjum.
Konsertin byrjar kl. 16 og verður góðan tíma til longdar. Tað er ókeypis atgongd.